FSF-stríð
Sum vit hava nevnt tað aðrastaðni í blaðnum, so er nú ein semja gjørd millum verandi FSF-formanninum og avbjóðara hansara. Semjan inniber, at Rúni Heinesen tekur seg aftur sum formansevni til komandi aðalfundin.
Soleiðis tykist Dánjal Andreasen nú at vera einasta valevni, og í øllum førum skal gerast skjótt av, um nýtt mótvalevni skal finnast. Freistin at seta fram uppskot um nýggjan formann er úti á midnátt hóskvøldið.
Álitið er fokið
Sum kunnugt, so var tað ein meiriluti í FSF-nevndini, sum gjørdi av at skjóta Rúna Heinesen upp til formann. Ein av limunum í meirilutanum, Christian Andreasen, er eftir øllum at døma somikið ónøgdur um gongdina í málinum, at hann nú hevur gjørt av at taka seg úr nevndini. Spurdur, hví hann hevur valt at taka hetta stigið, sigur Christian Andreasen beint út, at hann kann ikki liva við verandi formanninum.
- Sum nevndarlimur havi eg verið við til at taka tað heilt óvanliga stigið at ganga ímóti formanninum, og ístaðin skjóta annan nevndarlim upp sum formansevni. Tá skalt tú so ikki vera serliga beroknandi fyri at gita, at eg ikki havi álit á verandi formanninum. Og verður hann nú einasti kandidaturin til formanspostin, so havi eg einki annaðval enn at fara úr nevndini, sigur hann.
Ósakligt valstríð
Stríðið, sum nú tók seg upp í nevndini, mundi koma óvart á fleiri feløg. Ikki minst eftir at Dánjal Andreasen á fundi við feløgini gjørdi greitt, at hann ætlaði sær at stilla uppaftur, og at hann ikki visti, hvaðani søgur um tað øvugta vóru komnar.
Hetta er tó nakað, sum Christian Andreasen tykist hava eina heilt aðra fatan av.
- Eg var í øllum førum fullkomuliga óvitandi um, at verandi formaðurin ætlaði sær at stilla uppaftur. Tvørtur ímóti hevði fingið greitt at vita frá formanninum, at hann ikki stillaði uppaftur. Hesi boð hava eisini aðrir nevndarlimir fingið.
- Og tá hann sigur, at hann ikki veit, hvaðani tosið um tað øvugta er komið, so er hetta tað reina tvætl.
- Dánjal Andreasen fekk annars eitt sera drúgt bræv, har vit í smálutum greiddu frá, hvat vit vóru ónøgdir um. Hetta hevur hann so eftir øllum at døma ikki góðtikið, og hesa seinastu tíðina hava vit so verið vitni til eitt spæl, sum eg ikki tími at verða partur av.
Og við hesum sipar Cristian til valstríðið, sum er farið fram aftan fyri leiktjaldið.
- Junglutrummurnar eru av álvara farnar ígongd. Roynt verður at trýsta fólk við líkum og ólíkum. Eitt nú verður eitt fullkomuliga óviðkomandi mál, nevnliga aðalskrivarin, drigin inn í málið, sum er fullkomuliga óviðkomandi í hesum sambandi.
- Tað er at snara málinum, tí á aðalfundinum er tað formannin og ikki aðalskrivaran, sum tað snýr seg um. Alt hetta er drigið niður á eitt slíkt støði, har eg ikki vil verða partur av spælinum meira, og tað havi eg so tikið avleiðingarnar av.
Persónlig viðurskifti
Millum feløgini ljóðar annars eisini, at ein partur av ónøgdini hjá Christiani Andreasen snýr seg sum, at hann ikki varð valdur sum formaður fyri tveimum árum síðani. Men hetta tykist tó ikki vera nakað, sum nervar sakføraran yvirhøvur.
- Hatta kenni eg als einki til. Eg havi als ongar ætlanir um at gerast formaður í FSF, og trekti meg sjálvboðin í hesum fyri tveimum árum síðani.
- Eg eri so als ikki nakar bittur maður. Eg havi mítt starv í gerandisdegnum, har eg havi nokk at síggja til. Annars má eg viðganga, at tá eg nú í so nógv ár havi havt við Fótbóltssambandið at gera, er tað ein felagsskapur, sum eg eri vorðin góður við, og er hetta eisini ein av orsøkunum til, at eg als ikki kann liva við verandi formanni.
- Annars eru tað eisini onnur viðurskifti, sum eisini gera, at eg ikki havi álit á sitandi formanninum, sigur Christan Andreasen at enda.