Greipuvinnararnir seinastu tvey árini, menninir hjá Neistanum, endurvinna ikki gullið í ár. Hóast tað teoretiskt framvegis er møguligt, so tykist tað vera púra greitt, nú teir eru átta stig frá einum finalugevandi 2. plássi. Sunnudagin taptu teir stórt 13-23 ímóti oddaliðnum KÍF, og umframt at teir við teimum bara 13 málunum seta teir nýtt met við at hava skotið fæst mál í einum dysti í ár, er stórtíðin hjá alt-vinnandi felagnum úr høvuðsstaðnum komin at enda.
Teknisk mistøk
Dysturin í høllini í Kollafirði var annars merktur av nógvum tekniskum mistøkum og var sum heild ikki góður, og eftir at dystarbyrjanin hevði verið jøvn og liðini fylgdust til støðuna 3-3, streyk KÍF avstað og helt seg frammanfyri. Hálvleiksstøðan var 10-7 til KÍF.
Málverjin tók alt
Í seinna hálvleiki økti heimaliðið bara um leiðsluna, og serliga var tað málverjin, Magnus Matras, sum hevði ein góðan dag. Onkur roknikønur áskoðari roknaði seg leysliga fram til, at hann bjargaði umleið 70% av skotunum. Tað gjørdi ikki fyritreytirnar betri hjá einum uppgevandi Neista-liði, sum at enda mátti lúta heili 13-23.
Met
Við teimum 13 málunum í dag eigur Neistin nú ivasama metið í kappingini í ár, sum sigur, at teir hava skotið fæst mál í einum dysti. Teir stjala metið frá botnliðnum og grannanum, Kyndli, sum skeyt 15 mál í kappingarársins fyrsta dysti.
Við sigrinum staðfestir KÍF oddasessin og eru framvegis greitt á odda við 32 stigum, meðan Neistin nú má veitra farvæl til FM-finaluna. Teir eru nú átta stig frá VÍF á 2. plássi, tó so, at teir hava leikt ein dyst færri.