Leikluturin hjá VB verður í hesum kappingarárinum at stjala stig frá oddaliðunum.
Tað riggaði fyrimyndarliga væl í gjár. Kvinnurnar úr Vági vunnu við heili átta málum, tá Stjørnan, sum kappast við Tjaldur og Neistan um finalupláss, royndi seg í høllini í Vági.
VB vann 31-23.
Fóru undan beinanvegin
Annika Ljósstein legði gestirnar á odda í fyrsta álopinum. Men so gekk bara ein veg hjá Stjørnuni.
Heimaliðið fór buldrandi avstað og fekk heili 10 mál upp í slag, áðrenn kvinnurnar úr Klaksvík svaraðu aftur.
Átta mál vóru á muni, og mótbrekkan varð ov tung hjá Stjørnuni. Heimaliðið var á odda við fýra málum í steðginum. VB setti ferðina upp aftur beinanvegin eftir hvíldina, og tá tóktust sum, at gestirnir høvdu ikki orku at svara aftur.
VB hevði beina kós móti sigrinum, og seinastu løtuna var spurningurin bara, hvussu stórur sigurin skuldi verða.
Justina Balzarviciute, VB, var toppskjútti við 9 málum. Tað var serliga fyrstu løtuna í seinna hálvleiki, tá heimaliðið fór frá gestunum, at hon var eyðsýnd. Við meiri týdningarmiklum málum syrgdi hon fyri, at kvinnurnar úr Vági fingu eina greiða leiðslu.
Kunnu reisast í morgin
Tað kom illa við í stríðnum um finaluplássini, at Stjørnan snávaði í gjár.
Klaksvíkskvinnur hava hinvegin møguleikan at reisast longu í morgin, tá VÍF vitjaði í KÍ-høllini.
Stjørnan er eins væl við í kappingini sum áðrenn. Einasti munurin er, at liðið sleppur ikki upp á ovasta plássið, uttan at Neistin snávar í einum av komandi dystunum.
VB – Stjørnan 31-23 (15-11)
Dómarar: Hanus Kúrberg og Birgir Sondum
10 min.: 8-1
20 min.: 11-6
40 min.: 20-14
50 min.: 24-18
VB: Justina Balzarviciute 9, Bára K. Mortensen 5, Gintare Lydekaite 5, Gurið Mortensen 5, Rannvá Johannessen 3, Svava Vestergaard 3, Laila Jespersen 1.
Stjørnan: Durita Ljósstein 8, Bára S. Klakstein 4, Anna Kristina Samson 4, Valentina Suciu 3, Una Olsen 2, Annika Ljósstein 1, Edith Hansen 1.
Útvísingar: VB 6 – Stjørnan 2