Í kvøld varð lutur drigin um, hvør skal spæla ímóti hvørjum í hálvfinaluni í steypakappingini hjá kvinnum.
Í fjør vann KÍ bæði FM og steypakappingina ella greipuna. Í fjør vunnu tær í Klaksvík steypafinaluna ímóti HB. KÍ vann seg um vikuskiftið í finaluna við 1-0 sigri á útivølli ímóti júst HB.
Í kvøld var lutakast um, hvør skal spæla ímóti hvørjum í hálvfinaluni, og tað lagaði seg soleiðis, at KÍ fer at spæla ímóti B36, og at NSÍ fer at spæla ímóti Víkingi.
Fyrru hálvfinalurnar vera mikudagin 11. juni, og tær seinnu vera mikudagin 27. august. KÍ og NSÍ eiga heimavøll í fyrru hálvfinalunum.
Steypafinalan hjá kvinnum verður leygardagin 7. oktober.