Greipuvinnararnir byrjaðu væl

Hvonndeildin: Neistakvinnur vunnu trivaligan sigur ímóti VÍF

Ein dystur er spældur í Hvonndeildini í dag. Í høllini á Hálsi tóku greipuvinnararnir frá í fjør, neistakvinnur, ímóti VÍF. Neistan vann trivaligan sigur áljóðandi 27-18 eftir hálvleiksstøðuna 12-7.

 

Talan var um fyrsta landskappingardystin hjá Neistanum í nýggja hondbóltskappingarárinum. Hetta kemst av, at neistakvinnur hava verið upptiknar av tveimum evropeiskum dystum, sum tíverri vórðu taptir ímóti rumenska CSM Ploiesti.

 

Hóast hetta var fyrsti landskappingardysturin hjá Neistanum, so var tað fyri aðru ferð upp á stutta tíð, at neistakvinnur og vestmenningar hittust á Hálsi. Fyri nøkrum vikum síðani spældu hesi liðini eisini stórsteypadyst sínamillum. Tá vann Neistin 20-19.

 

Málskjúttarnir frá dagsins kvinnudysti í høllini á Hálsi sæst niðanfyri:

 

Neistin-VÍF 27-18 (12-7)

 

Neistin: Brynja Høj 9, Lilja Mohr 4, Marjun Danberg 4, Eir Berg 4, Birita Jacobsen 4 og Jacklin Durhuus 2.

 

VÍF: Turið Arge Samuelsen 7, Daniella Joensen 4, Heidi Maria Akselsen 3, Marianna G. Eystberg 2, Randi Virgarsdóttir 1 og Brynja Rógvadóttir 1.

 

Í gjár varð eisini ein dystur spældur í Hvonndeildini, tá ið Kyndil tók ímóti VB. Hesin dysturin endaði 32-23 til Kyndil eftir hálvleiksstøðuna 19-10. Málskjúttarnir vóru hesir:

 

Kyndil-VB 32-23 (19-10)

 

Kyndil: Guðrið G. Eystberg 6, Anna Brimnes 6, Bára K. Hansen 5, Anja Eliasen 3, Eyðleyg Súnadóttir 2, Ásleyg Súnadóttir 2, Lea Durhuus 2, Bjarta Johansen 1, Marin Skaalum 1, Gudrun Restorff 1 og Anja Hammer 1.

 

VB: Bára K. Mortensen 7, Danijela Mistric 6, Maria Halsdóttir Weyhe 3, Barbara K. Hjelm 3, Rúna Jacobsen 2, Gurið K. Augustinussen 1 og Magna Tórðardóttir 1.

 

Gevið gætur: Skrásettir málskjúttar mangla fyri tvey mál hjá Kyndli á dómaraseðlinum.