Greipuvinnarar

-

Dreingir 12 ár hjá Kyndli gjørdu rættiliga bart, tá hondbóltskappingin var í vetur. Bæði í lands- og steypakapping gjørdust teir fremstir, og ognaðu teir sær sostatt greipuna.
Í landskappingini var Tjaldur á øðrum plássi frammanfyri ávíkavist StÍF og Neistin, og í steypakappingini var raðfylgjan nærum hin sama. Tá eydnaðist tó Neistanum at gerast nummar trý framman fyri StÍF.