Lagt er upp til velduga veitslu í Fuglafirði í kvøld. Seinasta vikuskifti tryggjaði ÍF sær gullið í bestu mansdeildini, og í dag gjørdu kvinnurnar teimum kynstrið eftir.
Hetta hendi, tá tær vunnu tryggan sigur á SÍ.
SÍ var undan hesum einasta liðið, sum kundi hótta ÍF, men seinasta ferið megnaðu tær tó ikki at taka í dystinum, sum endaði við settúrslitunum 25-20, 25-22, 25-18.