Aftur hesuferð, var undirtøkan sera góð, og høvdu heili 23 lið meldað til.
Samanlagt vórðu tað sostatt aftur hesuferð uml. 100 skúlaungdómar sum sessaðust við talvborðini. Kappingin er býtt upp í tveir aldursbólkar: 5. flokkur og eldri og 4. flokkur og yngri. 4 telvarar eru á hvørjum liði, umframt upp til 2 skiftisleikarar.
FM-finalan verður 28. mai í Pállstovu í Tórshavn. Tá verða aldursbólkarnir, við støði í innleiðandi úrslitunum, býttir í tveir bólkar: FM bólkur og Opin bólkur. Hóast skúlar higartil ikki hava luttikið í innleiðandi kappingunum, ber til at melda luttøku í opna bólkinum, har somuleiðis verður telvað um heiðursmerkir og plaseringar
Spenningurin var sera intensur í SÍF-húsinum. Fyrra kappingin, sum var á Oyri, bar boð um tætta kapping um plaseringar í báðum bólkum. Stúgvandi fult av ídnum talvungdómi og áhugaðum - til tíðir stunandi - foreldrum og skúlalærarum. Talv er nakað heilt fyri seg.
Í eldra bólkinum gjørdu Klaksvíkingar bart. Úrtøkan gjørdist heili 5½ stig betri enn í fyrru undankappingini. Framgongdin tryggjaði teimum gullið. Hetta innibar samstundis, at FM vinnararnir frá í fjør, Havnin, endaði á 2. plássi, eitt stig aftari, meðan Sandavágur, sum annars hevði eina betri kapping enn seinast, endaði á 3. plássi. Vestmanna, sum vann bronsu seinast, gjørdist ov stuttir í oddastríðnum, og endaðu á 4. plássi.
Finaluumfarið verður sera spennandi í millum hesi 4 liðini, sum eru javnt sterk, og heilt greitt skara framúr samanlagt og har royndu unglingatevlararnir mynda FM-orrustuna. Og ivaleyst verður avgerðandi í finaluni, hvussu fremstu borðini standa seg. Higartil hevur Rógvi E. Nielsen staðið seg best við 100% skoru á 1. borði hjá Sandavági, meðan Margar Berg á Havnarliðnum, higartil, hvørki hevur megnað at bast Rógva ella Herborg Hansen úr Klaksvík, meðan Rúni Vørmadal úr Vestmanna hinvegin hevur tikið stig frá Margar og Herborg.
Opni bólkurin í finaluni hjá teim eldru, er somuleiðis uttan greiðar favorittar. Væntandi verður stríðið um plaseringar serliga ímillum Kollafjørð og Rókur (Oyri), meðan Haldarsvík eisini er ein kvalifiserað hóttan í stríðnum um medaljurnar.
Í yngra bólkinum gav seinna innleiðandi kappingin í Sandavági greiða ábending um, at FM kappingin er fullkomiliga opin. Sandavágur vann fyrru kappingina, men hesuferð vóru ungu klaksvíkingarnir eirindaleysir og vunnu greiðan sigur. Vestmanna hálaði seg úr 3. plássinum, uppá á 2. plássið, meðan Sandvágur vann bronsuna.
Skúlabørnini úr Kollafirði vóru aftur hesuferð sera drúgv, og enn einaferð restaðu bert 2½ stig, til tess at fáa hendur á bronsukrónunum.
Liðið úr Tjørnuvík, sum luttók á fyrsta sinni í hesum høpinum, var um reppið, at gera tað heilt stóru sensatiónina. Sum kappingin leið, vóru tey støðugt í oddastríðnum, men tá avtornaði, megnaði liðið eitt deilt 4 pláss, saman við Kollfirðingum, við 13 stigum. Einastandandi flott avrik, má sigast - soleiðis, at ”skaka” tey meira siðbundnu talvøkini í landinum í fyrstu royndini !
Í samanlagdu støðuni hjá teim yngru, eru Sandavágur og Klaksvík stavn um stavn, meðan Vestmanna er eitt vet aftari og Kollfirðingar liggja við 2 liðum klárir, at taka av avbjóðingina í finaluni.Men undan finaluna, verða stigini nullstillaði og byrjað verður á blonkum arki.
Í finaluni verður, eisini hjá teim yngru, avgerðandi, hvussu fremstu borðini standa seg. Orrustan verður sera hørð ímillum Ársins Stjørnuskot 2006, Høgna Egilstoft Nielsen, úr Sandavági, og evnaríka Heðin Gregersen úr Klaksvík. FM/NM luttakarar í rívandi menning. Eftir innleiðandi umførini stendur á jøvnum 1-1, teirra millum. Javnt sterka Vestmannaliðið, vísti av álvara FM-taktir í Sandavági sunnudagin og otar seg alsamt nærri oddinum. Eitt satt brak av einari finalu er í vantu !
Eftir eina laka fyrru innleiðandi kapping, sýnist Havnin at liggja væl fyri í FM kappingini í opna bólkinum, saman við Haldórsvík og Kollafirði. Tjørnuvík hevur bert luttikið í seinnu innleiðandi kappingini, men hinvegin við sera góðum úrsliti og børnini úr Vík hava ei heldur smæðst burtur. Alt bendur sostatt á eina ógvuliga áhugaverda – og ikki minst søguliga – FM talvorrustu í millum grannabygdirnar Vík og Tjørnuvík í finaluni !