Meðan TB tykist hava eina bjarta framtíð á kvinnusíðuni, so tykist SÍ hava eina bjarta framtíð á mannfólkasíðuni. SÍ er nevniliga steypavinnari hjá bæði dreingjum 14 og dreingjum 16.
Steypafinlan í aldursbólkinum dreingir 16 var millum SÍ og Fleyr. SÍ drønaði avstað í fyrsta setti og vann 25-14. Eisini í øðrum setti var SÍ á odda tíðliga í setinum. Millum annað var støðan eitt skifti 11-6 SÍ, sum tá var á gullkós.
Fleyr vendu tó øllum og vann setti sannførandi 25-18. Frá 12-6 til 12-12. Síðani fyægdust liðini til 15-15, áðrenn Fleyr vann setti. Í triðja og avgerandi settinum var javnt og spennandi fram til 7-7. So kom SÍ upp á 12-7, áðrenn Fleyr minkaði til 13-12. Tað endaði við, at SÍ vann 15-12.
Steypafinalurinar í flogbólti hjá teimum yngru:
Gentur 14: TB - SÍ 2-0(25-17, 26-24)
Dreingir 14: SÍ – Fleyr 2-1 (25-17, 17-25, 15-12)
Gentur 16: SÍ – TB 0-2 (19-25, 14-25)
Dreingir 16: SÍ – Fleyr 2-1 (25-14, 18-25, 15-12)
Kvinnuunglingar: TB – Dráttur
Mansunglingar: ÍF – SÍ