Greiningarfyritøka: Brasil er favorittur til at vinna HM

Talfrøðingarnir hjá Gracenote hava roknað seg fram til, at ein finala millum Brasil og Portugal er mest sannlík

Talfrøðingarnir hjá greiningarfyritøkuni, Gracenote hava Brasil sum tann størsta favorittin til at vinna HM-gull í Katar.

 

Talfrøðingarnir hjá Gracenote hava roknað seg fram til, at av teimum átta liðunum, ið eru eftir í HM-kappingini er tað ein 25 prosents møguleiki fyri, at Brasil vinnur HM.

 

Sannlíkindini, at Argentina vinnur HM eru 20 prosent. Sannlíkindini, at Portugal vinnur HM eru 13 prosent, og sannlíkindini hjá Fraklandi og Niðurlondum at vinna HM eru 11 prosent.

 

Her er tað sum talfrøðingarnir hjá Gracenote eru komnir fram til: 

##med2##