BÓKMENTIR
Síðst í hesum mánaðinum gevur danska forlagið Modtryk út bók eftir Maluna Marnersdóttir, sum eitur Analyser af færøsk litteratur. Tað er Jens Cramer, sum hevur skipað og ritstjórnað bókina.
Í bókini førir Malan Marnersdóttir okkum gjøgnum týðandi tíðarskeið og ritverk í føroyskum bókmentum. Eisini eldri bókmentir verða viðgjørdar, serliga elstu kvæðini og ávirkanin tey hava havt á nýggjari føroyskar bókmentir. Ástøðiliga bakgrundin fyri greiningarnar er lutvíst kvinnugranskingin seinnu árini, lutvíst nýggjari bókmentaástøði.
Bókin er bygd upp av níggju pørtum, sum upprunaliga eru skrivaðir í tíðarskeiðnum frá 1986 til í fjør, men eru endurskoðaðir til hesa útgávuna. Fyrsti parturin er yvirlit yvir føroyskar bókmentir frá kvæðunum til í dag.
Malan Marnersdóttir er cand. mag. í norðurlendskum og fronskum, ph.d. frá lærda háskúlanum í Odense í 1986 og dr. phil, frá lærda háskúlanum í Århus frá 2000. Hon er rektari á Fróðskaparsetri Føroya og lektor í norðurlendskum bókmentum har. Malan Marnersdóttir hevur skrivað fleiri bókmentavísindaligar bøkur, sum allar eru komnar út í Føroyum.
Analyser af færøsk litteratur eftir Maluna Marnersdóttir kemur út 26. mars. Bókin er 175 blaðsíður og kostar 198 krónur.