Greining: Sambandsfelag átalar men løgmaður lurtar ikki

Tað fær onga ávirkan at sambandsfólk í Havn mótmæla, tí Sambandsflokkurin er ímóti at geva samkyndum fólkum rættindi. Í morgin fer samgongan endaliga at fella málið um sammøður

Johan Dahl er einasta tingfólk í samgonguni, sum er fyri málinum um sammøður

Hóast sambandsfelagið í Havn í dag finst at løgmanni fyri at loyva Jenisi av Rana at føra sín egna koronupolitikk og ganga beint ímóti koronupolitikkinum hjá samgonguni, og hóast valfelagið finst at bandinum, sum lagt er á samgongufólk, fyri at tey ikki skulu geva samkyndum rættindi, so fær tað onga ávirkan á tað, sum hendir í Løgtinginum í morgin.

Tí í morgin fer Løgtingið endaliga at fella málið um sammøður. Ítøkiliga snýr tað seg um trý løgtingsmál, sum koma til aðru viðgerð í Løgtinginum í morgin, og tá uppskotini verða feld í morgin, er málið endaliga steðgað.

Men tað er líka mikið, hvat tey siga í valfelagnum hjá Sambandsflokkinum í Havn. Johan Dahl er einasti tingmaður hjá flokkinum, sum býr í miðstaðarøkinum, men hann er ikki avgerandi atvkøðan í samgonguni. Løgmaður og Jørgen Niclasen hava gjørt ein handil við Kristin Michelsen úr Sjálvstýrinum um eyka skip til suðuroyarleiðina. Helst verður onkur annar handil eisini gjørdur í sambandi við fíggjarlógina soleiðis, at Kristin Michelsen tryggjar ta atkvøðuna, sum samgongan ikki fær frá Johan Dahl.

Málið um sammøður fer tí at fella við aðru viðgerð í morgin. Og harvið sementerar løgmaður støðuna, sum merkir, at samkynd eingi rættindi fáa, so leingi hendan samgongan situr.

Brævið frá Føroya Væl, sum valfelagið hjá Sambandsflokkinum í Havn eitur, fær tí als onga ávirkan.

Men tað fer uttan iva at svíða hjá Sambandsflokkinum, at hann tekur tey samkyndu til gísla fyri at tryggja sær sjálvum at sita við valdið. Men sambandsfólk eiga at vita, at Sambandsflokkurin – so sosial-liberalur hann enn sigur seg vera – er ímóti at geva samkyndum rættindi. Tað eru bara tveir fyrrverandi tingmenn hjá Sambandsflokkinum, sum hava atkvøtt fyri rættindum til samkynd. Teir eru Edmund Joensen og Magni Laksafoss, sum atkvøddu fyri at loyva fólki av sama kyni at giftast. Hini atkvøddu øll ímóti, tí tey eru ímóti at geva samkyndum nøkrur rættindi. Tað er ikki tí, at Jenis hevur trýst tey til tað, tí tað gjørdu tey, meðan tey sótu í andstøðu og atkvøddu eftir síni egnu persónligu sannføring.

Tað vóru teir tríggir, sum nú sita í landsstýrinum, Bárður Nielsen, Kaj Leo Holm Johannesen og Magnus Rasmussen, saman við Bjørn Kalsø, sum atkvøddu í móti at geva fólki av sama kyni rætt at giftast.

Tað er tí púra vist, at eitt lítið varskó frá valfelagnum hjá Sambandsflokkinum í Havn einki broytir, og at samgongan í morgin fer endaliga at fella málið um sammøður.

 

Johan Dahl er einasta tingfólk í samgonguni, sum er fyri málinum um sammøður