Tað er kanska ikki allur sannleikin, tá fleiri keldur í Egyptalandi vilja vera við, at Hosni Mubarak, forseti, hevur gjørt av at slaka fyri mótmælisfólkinum, og at hann tí fer at boða frá, at hann leggur frá sær. Veruleikin man heldur vera, at Mubarak hevur latið valdið frá sær, ella at hann hevur mist tað.
Tað sigur egyptiska tíðindakvinnan Merette Ibrahim, sum arbeiðir hjá blaðnum Youm7, við danska kringvarpið. Hon vísir á, at leiðslan í egyptiska herinum hevur sagt, at hon fer at taka neyðug stig fyri at verja fólkið.
-Í veruleikanum eru hetta eini óbeinleiðis boð frá herinum. Undir vanligum umstøðum er tað forsetin, sum sigur slíkt, men at tað nú er herurin, sum sigur tað, merkir, at forsetin hevur ikki tað veruliga valdið longur. Herurin hevur heilt einfalt tikið valdið, sigur Merette Ibrahim.
Egyptiska tíðindakvinnan heldur, at formliga verður valdið latið herinum ella varaforsetanum, Omar Suleiman. Sjálv væntar hon, at mótmælisfólkið vil heldur hava herin enn varaforsetan at taka við. Herurin hevur yvirhøvur víst virðing fyri teimum mótmælandi, men mong síggja varaforsetan sum ein annan Mubarak.