Greining: Kristin hevur valdið

Í veruleikanum kann eingin gera av, hvat ein tingmaður ger við sín tingsess.

- Um so er, at vit ikki kunnu rokna við 17 atkvøðum aftanfyri samgonguna, so eru bara tveir møguleikar. Ein er at skriva út nýval, og hin er at skipa nýggja samgongu, segði Aksel V. Johannesen við Miðlahúsið fríggjadagin, tá ið tað gjørdist greitt, at Kristin Michelsen nú dregur landspolitiska meirilutan inn í stríðið í býráðnum á Tvøroyri. 

 

 

Hetta gjørdi hann við at kunna løgmann um, at so leingi javnaðarflokkurin á Tvøroyri ikki vil samstarva við seg, so vil hann heldur ikki binda seg til at stuðla samgonguni á tingi og fer tí at atkvøða frá máli til mál. Løgmaður hevur síðani fingið spurningin "ætlar tú at koyra Kristin Michelsen úr flokkinum", upp til fleiri ferðir frá at kalla øllum miðlum. Hetta tí, at tað var júst Aksel V. Johannesen, sum sendi Gerhard Lognberg úr flokkinum fyri nøkrum árum síðani. Hetta eisini tí, at Kristin Michelsen hevur verið orsøk til mikið rumbul í samgonguni síðani hon tók við eftir løgtingsvalið 1. september 2015. 

 

 

 

Støðan á Tvøroyri er nú tann, at Javnaðarflokkurin hevur saman við Kristinu Roest meirlutan í býráðnum á Tvøroyri. Eitt, sum hevur verið spátt um er, at nýggi meirilutin fer at tvinga Kristin Michelsen at velja millum sessirnar báðar ávikavist á Tvøroyri og í Løgtinginum. Tí fyri at røkja bæði størvini skal borgarstjórin hava loyvi frá býráðnum. Men hetta er tó ikki so einfalt. Tí eingin kann taka tingsessin frá einum tingmanni og um Kristin Michelsen er snildur, so kann hann velja borgarstjórasessin til, og bara lata vera við at møta á tingi tó uttan at siga tingsessin frá sær.

 

 

So røkir hann borgarstjórasessin, men ikki tingsessin. Tingfólk hava ikki møtiskyldu. So stendur tingsessurin tómur og samgongan manglar framvegis eina atkvøðu. Hvat hendir nú er torført at meta um, men onki er at ivast í, at borgarstjórin á Tvøroyri bíðar eftir einari rekatión frá floksformanni sínum, Aksel V. Johannesen.

 

 

Les meira um støðuna á Tvøroyri í Sosialinum í dag.