Greining av línuflotanum

Ráðgevaraparturin hjá NUMO, løggilt grannskoðanarvirki, hevur aftur í ár greinað línuflotan. Greiningin fevnir um línuskipini yvir 110 tons samsvarandi flokkingini í lógini um vinnuligan fiskiskap.

 

Viðheft er ein greining av línuflotanum (kann síggjast undir greinini) fyri tíðarskeiðið frá 2011 til 2015 saman við einum grafi, sum vísir, hvussu gjaldførið frá rakstrinum (EBITDA) hevur broytt seg, frá fiskidagaskipanin kom í gildi í 1996 og fram til 2015. EBITDA er úrslit áðrenn rentur, avskrivingar og skatt. Í grafinum sæst eisini, hvussu veðskuld + bankaskuld hevur broytt seg frá 1996 til 2015. EBITDA er tað gjaldførið, ið kemur frá rakstrinum til at rinda rentur og avdráttir.

 

Línuskipini hava árini 2011 til 2013 í meðal havt undirskot. Úrslitið í 2014 batnaði munandi og gjørdist positivt, meðan tað aftur gjørdist negativt í 2015. Orsøkin til bøtta úrslitið í 2014 er serliga fíggjarinntøkur hjá onkrum skipum og generelt hægri miðalprísur.

 

Tað er stór spjaðing í úrslitunum í 2015, okkurt av vanligu línuskipunum kláraðu seg hampuliga væl, og serliga frystilínuskipini kláraðu seg væl. Eingangsútreiðslur høvdu við sær, at meðalúrslitið gjørdist negativt. Lyklatølini fyri raksturin vísa tó, at raksturin hevur roynst betur í 2015 enn í 2014.

 

Fyrstu 6 mánaðirnir í 2016 hevur avreiðingarvirðið roynst heldur frægari enn sama tíðarskeið í 2015.

 

Línuskipini eru undir fiskidagaskipanini, og flestu hava íslandskvotu umframt møguleika at fiska við Flemish Cap og Grønland.

 

Hesin parturin av flotanum hevur nógv fólk í arbeiði, og er eisini grundarlag fyri týðandi vinnu á landi, og hevur potentiali fyri at landa fisk av serliga høgari góðsku.

 

Eitt opið føroyskt hav kundi verið við til at ment hendan partin av flotanum, skilt á tann hátt, at møguligt kundi verið at útvega sær veiðiloyvir, ið hóska til hendan fiskiskapin, á øllum teimum økjum, har landið hevur ræði á fiskirættindum. Hetta hevði eisini – sum víst á omanfyri – havt stóran týdning fyri víðari virkingina av fiski á landi.

 

Frystilínuskipini kunnu fiska víða hvar og hava fingið ella útvegað sær møguleika at fiska aðrastaðir enn við Føroyar ella nærhendis Føroyum og eru dømir um, at eitt opið føroyskt hav virkar væl.

 

Roknskapargreiningin vísir eisini, at fiskiloyvini sum línuskipini hava keypt hava áleið sama virði, sum skrásetta eginognin hjá línuskipunum við árslok 2015. Verða loyvini inndrigin í 2017 er eginognin burtur alt annað líka.