Síðan Russland leyp á Ukarina í februar 2022, hava 11 kjarnorkuriknir kavbátar úr USA vitjað í Føroyum. Tað vísa nýggj tøl frá Arktisk Kommando, sum DR hevur fingið fatur á. DR hevur tikið evnið upp og vísir í grein á økta spenningin í Norðuratlantshavinum.
Høgni Hoydal, uttanríkisráðharri, sigur í samrøðu við DR, at ein øktur áhugi er í økinum kring Føroyar, men at hann ikki vónar nakra vápnadubbing. Hann sigur eisini, at Føroyar ikki kunnu vera áskoðarar, men noyðast at taka ábyrgd í sambandi við trygd og verju í Arktis.
Eisini vísir hann á, at ætlanin er at menna samstarvið við USA - og hetta fevnir ikki um eina hernaðarstøð, men at amerikansk skip kunnu fáa tænastur í Føroyum, eins og tey hava gjørt seinastu heilt fáu árini.
Mads Korsager er verjujournalistur hjá DR, og á DR.dk hevur hann skrivað hesa snar-greiningina av støðuni:
Sjóøkið kring Grønland og Føroyar er vorðið brennandi heitt.
Skilji meg rætt. Vatnið er framvegis ískalt. Men trygdarpolitisk áhugamál í økinum frá stórveldum sum USA, Kina og Russlandi gera sjógvinum ógvuliga stóran týdning.
Tað er tað sjóøkið, sum kjarnorkukavbátarnir hjá Russlandi skulu sníkja seg ígjøgnum fyri at koma til Atlantshavið, har teir kunnu hótta amerikanska meginlandið við kjarnorkurakettum.
Tað er tað loftrúmið, sum rakettir ella flogfør skulu fara ígjøgnum fyri at kunna raka mótpartin. Og eg havi ikki eingongd nevnt nýggju siglingarleiðirnar, sum væntandi lata upp, sum ísurin tíverri bráðnar.
Tað eru stór áhugamál uppá spæl - og harvið eisini sterkar meningar um, hvørjar uppgávur Ríkisfelagsskapurin skal átaka sær. Serliga úr USA.
USA vil gjarna síggja arktisk lond sum Danmark lyfta sín part av byrðuni og millum annað kunna uppdaga, hvør ella hvat siglir undir ísinum.
Við øðrum orðum er sterkt ynski um vápnadubbing. Úr veldiga USA, sum Danmark eftir definitiónini lurtar væl eftir.
Umvent vilja hvørki Føroyar ella Grønland leggja grundarlagið undir vápnakapping. Tí áseta tey nú, at tey taka lut í trygdarpolitisku orðaskiftinum, soleiðis at ongar villar avgerðir verða tiknar yvir høvdið á teimum.
Í tí ljósinum er talan um eina konstruktiva hond rætta, tá Føroyar signalera 'hey, kom bara higar við tykkara kavbátum, vit rætta nokk eina hond við tí praktiska'.
##med2##
Savnsmynd frá juli í ár, USS Albany