Greinari: SAS goldið dýrt fyri Cimber Air

Tað hevur kostað flogfelagnum SAS minst 40 milliónir krónur at keypa og selja Cimber Air

Fyri sløkum tveimum árum síðani keypti flogfelagið SAS felagið Cimber Air, sum var í álvarsomum fíggjarligum trupulleikum. Keypið kostaði SAS umleið 20 milliónir krónur. Í morgun boðar SAS frá, at tað hevur selt Cimber Air, og at tað fer at ávirka ársúrslitið negativt við 20 milliónum krónum.

Greinarin Jacob Pedersen, sum er leiðari í Sydbank, heldur, at Cimber Air hevur kostað SAS dýrt – minst 40 milliónir krónur.

- Tá ið SAS keypti Cimber Air tóktist tað, sum at SAS hevði funnið ein hátt at minka um sínar rakstrarútreiðslur, men hetta lukkaðist ikki serliga væl. Nú hevur felagið hinvegin funnið ein nýggjan hátt at hava regionalar flúgvingar, og tað er við at leiga flogfør við manning, sigur Jacob Pedersen við MetroXpress.

Hann vísir á, at regionalar flúgvingar hava týdning fyri SAS, tí ofta verða tær gjørdar í sambandi við longri flogferðir.

SAS hevur gjørt avtalu við CityJet, sum hevur keypt Cimber Air frá SAS, um, at Cityjet røkir ymsar regionalflúgvingar fyri SAS næstu seks árini.