Stk. 2. Fyrst skal verða avgjørt, hvussu nógv valevni skulu verða vald fyri hvønn valevnislista. Samlaða atkvøðutalið fyri hvønn valevnislista verður at býta við 1, 2 3 o.s.fr., til hvørt atkvøðutalið er býtt við tali eins stórum og talið á sessum, sum avvarðandi valevnislisti kann hugsast at fáa í mesta lagi. Hægsta býtingartalið, sum soleiðis kemur fram, gevur tí lista, sum fær tað í sín lut, rætt til lim nr. 1, næsthægsta býtingartalið gevur tí lista, sum fær tað í sín lut, rætt til lim nr. 2, og so framvegis, til talið á limum, ið valdir skulu verða, er býtt millum teir ymisku valevnislistarnar. Standa býtingartølini á jøvnum, skal lutakast fara fram; lutakastið verður tikið av formanni valnevndarinnar, meðan tey, ið hjástødd eru, síggja.