Grein 19 frágreiðingin ongar avleiðingar

Øll viðurskiftini, sum eru nevnd í frágreiðingini hjá grein 19 nevndini eru fyrnað, og tí kann eingin dragast til svars fyri tey. Rættarnevndin mælir løgtinginum til at taka frágreiðingina til eftirtektar

Rættarnevndin hjá løgtinginum tekur undir við uppskotinum frá formansskapinum, sum mælir løgtinginum til at taka frágreiðingina um áttatiárini til eftirtektar. Nevndin legði týsdagin álit fyri løgtingið, eftir at hon hevur viðgjørt frágreiðingina á fýra nevndarfundum.

Nevndin hevur í sínari viðgerð umrøtt, um rættarlig stig skulu takast móti einstaklingum, og um politisk stig skulu takast móti persónum, sum sita í almennum álitiisstørvum, men niðurstøðan er, at eingi stig kunnu takast nú.

- Øll málini, sum viðgjørd eru í frágreiðingini, eru fyrnað, og tí er ikki grundarlag fyri at fara rættarliga vegin við nøkrum av teimum, og hevur nevndin tikið tað til eftirtektar, stendur í álitinum frá rættarnevndini. Tað, at fyrningarfreistin er farin, útilokar tí bæði at gera rættarliga ábyrgd galdandi og møguleikan hjá umrøddu persónunum at verja seg, leggur nevndin afturat.

Grein 19 nevndin kom til somu niðursøðu í rúgvismiklu frágreiðingini, sum hon lat úr hondum í november í fjør.

- Neyvan er grundarlag fyri aðrari avleiðing vegna heimildarloysi enn, at tað harðliga verrður funnist at veiku, tilvildarligu og ófullfíggjaðu politisku og umsitingarligu støðuni í 80-árunum. Stórt eftiransni eigur at verða víst á lóggávuøkinum hereftir, skrivar grein 19 nevndin, og hesari orðingini tekur rættarnevndin undir við.


Gongur rætta vegin

Rættarnevndin skrivar í álitinum, at ávís stig eru tikin rætta vegin, hvat viðvíkur lóggávu og ábyrgdarbýti í hesum samanhangi. Men ikki nóg nógv stig, heldur nevndin.

Rættarnevndin heitir tí á landsstýrið um at taka stig til, at øll lóggáva, sum kann føra til somu mistøk, verður endurskoðað við tí fyri eyga at binda um heilan fingur. Somuleiðis skulu gerast fyrisitingarligar reglur, sum byggja uppundir sama málsetning.

- Nevndin heldur tað vera týdningarmikið, at skeivleikar og mistøk, ið eru gjørd, verða ikki gloymd, men verður lærdómur fyri eftirtíðina. Um so er, hevur grein 19 frágreiðingin loyst eina týðandi uppgávu, stendur at enda í álitinum frá rættarnevndini.