Grein 13 kanningar um alt landið

Í døgunum frá 16. oktober til 29. oktober ger politiið grein 13 kanningar um alt landið. Ferðslutrygd og politiið heitir á øll í ferðsluni um at vera ansin og hugsa um trygdina

Nú summarið er farið afturum og myrka tíðin komin, eru aftur í ár akfør, sum koyra uttan at hava ljósini í lagi.
 
Møguleikin fyri at síggja og verða sæddur er munandi minni hjá hesum bilførarum. Teir hava eina ábyrgd, sum teir eiga at røkja betur, so skaði ikki stendst av teirra atburði.
 
Ráðið Fyri Ferðslutrygd og politiið vilja heita á ferðandi til gongu ella á súkklu um at nýta endurskin og øll koyrandi um at tryggja, at ljósini eru í lagi og verða brúkt.
 
Fyri at minna øll um ferðslutrygdina, hevur Ráðið Fyri Ferðslutrygd lýsingaherferð um hesi viðurskifti í tíðarskeiðinum frá 9. oktober til 22. oktober.
 
Somuleiðis hevur politiið grein 13 kanningar um alt landið í tíðarskeiðinum frá 16. oktober til 29. oktober.
 
Seinasta heyst var lýst við hesum átøkum, men álíkavæl vóru bøtur givnar fyri tilsamans 120.000 kr.
 
Av steðgaðu bilunum høvdu 136 ikki ljósini í lagi, 206 ferðandi í bili brúktu ikki bilbeltið og á 27 bilum vóru dekkini ikki í lagi. Somuleiðis fingu 81 bilførarar bót fyri ikki at hava koyrikortið uppi á sær.
 
Ferðslutrygd og politiið heitir á øll í ferðsluni um at vera ansin og hugsa um trygdina. Vónandi verður tað ikki neyðugt hjá politinum at geva eins nógvar bøtur sum undanfarin ár.
 
 
FAKTA UM FERÐSLU OG MYRKUR
 
Ferðsla í myrkri er 2-3 ferðir so hættislig, sum ferðsla í dagslýsi. Ein vanlig misskiljing er, at fólk halda, at tey altíð verða sædd av bilførarum. Ljósini á bilunum tykjast jú so sterk, tú kennir teg rætt og slætt umgyrdan av teimum. Tað er jú ein sannroynd, at tað ber til at lesa í bók í glæmuni frá einum bili, sum er 2-300 m. burturi.
Men hjá bilføraranum er støðan hin øvuta. Á myrkum vegi, har eingi gøtuljós eru, sær bilførarin í mesta lagi tað, sum fjarljósini hjá bilinum megna at lýsa upp, tað er 100 m - við nærljósunum er tað 30 m. Men ljósini á bilum eru í veruleikanum ikki sterkari enn so, enn at einans tað, sum er ljóst á liti, verður sjónligt fyri bilføraran.
Tí er sera avgerandi, hvønn lit klæði okkara hava. Eitt fólk í ljósum klæðum kastar uml. 80% av ljósinum aftur, meðan eitt fólk í dimmum klæðum einans kastar eini 5% av ljósinum aftur til bilin. Endurskin harafturímóti, er gjørt úr tilfari, sum megnar at kasta næstan 100% av ljósinum, sum lýsir á tað, aftur til ljóskelduna.
Ert tú í ljósum vesti, sum eisini hevur endurskin, er sera lætt at síggja teg. Í vesti kunnu vit verða Trygg á leiðini.