Tríggir dystir eru spældir í FTZ-deildini í dag. Allir hesir dystir byrjaðu klokkan 16.
Í Hoyvík tók oddaliðið H71 á heimavølli ímóti Neistanum, sum er nummar seks í deildini, sum telur sjey lið. Tískil var onki at siga til, at H71 var favorittur undan dystinum. Og hoyvíkingar bóru favorittleiklutin á bestan hátt, tí at talan gjørdist um greiðan heimasigur til H71.
Í byrjanini av dystinum var H71 fullkomiliga einaráðandi, og tað tók ikki langa tíð áðrenn heimaliðið kom á odda 8-2. Hesin stóri málmunurin vaks eitt vet til hálvleiks, tí at hálvleiksstøðan var 18-9. Tað gekk tó betri hjá Neistanum í seinna hálvleiki. Neistin fekk minkað eitt sindur um munin, og endaliga úrslitið gjørdist eitt meira heiðurligt tap áljóðandi 30-24.
Málskjúttarnir í dystinum vóru hesir:
H71: Rúni Vest Højgaard 8, Pætur Thomsen 5, Helgi Hoydal 4, Jónas Djurhuus 4, Hans Kári Hansen 3, Mark Lausen-Marcher 3, Oddur Bech 2 og Sigmundur Nolsø 1.
Neistin: Herbjørn Lava 4, Teis Horn Rasmussen 4, Hjalti í Jákupsstovu 3, Rói Berg Hansen 3, Terji Mørk 3, Rasmus Múller 2, Sjúrður Thomassen 2, Torkil Hentze 2 og Jónsvein Dulavík 1.









