Klokkan 13.30 byrjaði steypafinalan hjá kvinnum í flogbólti. Dysturin var ímillum Fleyr og SÍ. Júst hesi bæði feløgini eru tey nógv best umboðaðu í øllum steypafinalum, ið verða spældar í dag og í morgin. Fleyr hevur tilsamans seks lið við í steypafinalunum, meðan SÍ er best umboðað av øllum - flogbóltsfelagið úr Sørvági hevur heili níggju lið við í steypafinalunum.
Talan gjørdist ongantíð um nakra spennandi steypafinalu. Fleyr vann greitt við settúrslitunum 25-14, 25-22 og 25-20.
Finalan hjá monnum byrjar klokkan 15.30. Tá eru tað SÍ og ÍF, sum bresta saman.











