Greiðir frá sjáldsomum bragdi á Rás2

Fyrsti føroyingur á hægsta fjalli í heiminum, verður at hoyra á Rás2 í morgin mánamorgunin

Síðst í mai mánað stóð fyrsti føroyingur nakrantíð á hægsta fjalli í heiminum.

 

Tað er sjálvandi Arna Vatnhamar, vit tosa um og í morgin, mánamorgunin, klokkan níggju, verður hann at hoyra á Rás2, har hann fer at greiða frá hesum sjáldsama bragdi at klintra heilt upp á Mount Everest.

 

Hann hevur áður greitt, frá, at tað var um reppið at hann kláraði tað og tá ið hann stóð mitt í rokanum, ivaðist hann eisini í um hann yvirhøvur fór at koma frá hesum við lívinum.

 

Í sendingini í morgin árini, fer Heri Simonsen at tosa við Arna Vatnhama um, hvussu túrurin kom í lag, og hví hann yvirhøvru tók eina so stóra avgerð, at hann vildi vera fyrsti føroyingur á heimsins hægsta fjalli.

 

Hann fer at greiða frá, hvussu hann fyrireikaði og fíggjaði túrin, og sjálvandi fer Arne Vatnhamar eisini at práta um vandamikla túrin uppá ovasta tindin, og vandirnir, sum vóru á veg upp og oman aftur.


Heri Simonsen sigur, at hann fer eisini at tosa við Arna Vatnhamar um, hvussu hann er komin til sættis við seg sjálvan eftir hetta stóra og markbrótandi upplivilsi, og hvussu hann hevur upplivað hóvastákið í Føroyum í kjalarvørrinum á ferðini upp á Mount Everest.