Nú fyrrverandi landsliðsleikarin hjá ÍF, Høgni Madsen, var væl nøgdur við uppleggið, sum liðfelagar hansara hildu seg til.
- Allir vóru uppsettir til dystin og gera eitt 100% avrik. Einki lá eftir. Uppgáva okkara var at standa væl á vøllinum, og síðan royna at fáa okkurt mál. Tað eydnaðist, helt Høgni fyri eftir dystin, og sigur seg ikki minnast ein einasta møguleika til B36.
ÍF hevur nú truplar uppgávur fyri framman. Komandi tríggir dystirnir vera á útivølli, og var hetta ikki nokk, so eru teir ímóti liðunum, sum í løtuni liggja nummar 1, 2 og 3. Høgni er tó bjartskygdur.
- Har skulu vit hava 9 stig! Tað sær gott út, og eg vænti at vit fáa nógv stig í teimum dystunum, sum eftir eru, segði Høgni Madsen.











