Greiðari reglur um leigubilar

Av tí at stórur vøkstur hevur verið í talinum av bilum, sum verða skrásettir sum leigubilar og síðani seldir, vil Fíggjarmálaráðið hava greiðar reglur um, hvussu leingi bilur skal hava verið leigubilur, fyr at sleppa undan MVG av samlaða søluvinninginum.

Av tí at stórur vøkstur hevur verið í talinum av bilum, sum verða skrásettir sum leigubilar og síðani seldir, vil Fíggjarmálaráðið hava greiðar reglur um, hvussu leingi bilur skal hava verið leigubilur, fyr at sleppa undan MVG av samlaða søluvinninginum.

 

Bilar, ið verða innfluttir, skrásettir sum leigubilar, og síðani seldir, rinda sambært § 10 í lóg um meirvirðisgjald ikki MVG av samlaða søluprísinum, men einans av vinninginum. Tað vil siga av muninum millum keypsprís og søluprís.

 

Fíggjarmálaráðið skrivar í viðmerkingum til uppskotið, sum verður viðgjørt á tingfundi týsdagin, at seinastu trý árini hevur verið ein stórur vøkstur í talinum av bilum, sum verða skrásettir sum leigubilar og síðani seldir.

 

– Tað krevur stóra arbeiðsorku hjá eftirlitinum hjá TAKS, tá ið metast skal um, um bilar, skrásettir sum leigubilar, veruliga verða brúktir sum leigubilar. Tað er tí ein umsitingarligur fyrimunur við eini neyvari reglu í sjálvum lógartekstinum, skrivar Fíggjarmálaráðið.

 

Skotið verður tí upp, at eitt akfar skal vera skrásett sum leiguakfar ella akfar nýtt til skúlakoyring í seks mánaðir fyri at verða viðgjørt sum leiguakfar ella akfar nýtt til skúlakoyring eftir hesi lóg. Verður akfarið selt til privata nýtslu innan seks mánaðir, verður akfarið viðgjørt sum eitt nýtt akfar.

 

Sum nakað nýtt verður sett, at bilar, skrásettir sum »demobilar«, skulu viðgerast á sama hátt sum bilar, skrásettir sum leigubilar ella akfar nýtt til skúlakoyring. Demobilar eru bilar, sum í høvuðsheitum verða nýttir til at bjóða kundum til royndarkoyring.

 

Uppskotið er sent til hoyringar hjá Vinnuhúsinum, bilhandlarum og Akstovuni.