Greiðar favorittstøður til HB og EB/Streym

Her eru oddsini upp á dystirnar B68-HB og EB/Streymur-TB

Klokkan 15 bresta EB/Streymur og TB saman í Hólmanum á Eiði. 

 

EB/Streymur er favorittur hjá 12 altjóða veddingarfyritøkum til at vinna dystin.

 

Oddsini upp á heimasigur til EB/Streym liggja millum 1,50 og 1,57.

 

Oddsini upp á útisigur til TB liggja millum 4,50 og 5,00.

 

Her eru oddsini: 

 

##med2##

 

Størsti favoritturin í Betrideildini í dag er HB, ið spælir móti B68 á Svangaskarði á Toftum. Dysturin byrjar klokkan 16.

 

Oddsini upp á útisigur til HB liggja millum 1,21 og 1,27, ið er rættiliga lágt tá hugsað verður um, at HB er á útivølli.

 

Oddsini upp á heimasigur til B68 liggja millum 8,25 og 10,00.

 

Her eru oddsini: 

 

##med3##