Tjaldur rennur kapp við Stjørnuna um oddasessin í Sunset-deildini, og tær snávaðu ikki, tá VÍF í dag var á vitjan.
Tað var beint undan steðginum, at munur veruliga kom ímillum liðini, og eftir hetta hevði Tjaldur tamarhald í tí mesta, sum gekk fyri seg.
Bestu málskjúttarnir hjá Tjaldir vóru Adina Petrea og Cornelia Rimbu, sum skutu 9 mál hvør. Liljan Djurhuus skeyt 8 mál fyri VÍF.
Tjaldur-VÍF 32-23 (20-14)