Greiður steypasigur til SÍ

Menninir hjá Mjølni vóru væl við frá byrjan í øllum settunum, men sum settini liðu prógvaði SÍ, hví teir eru á odda í Eik-liguni og nú nærkast einari greipu. Teir vunnu steypafinaluna trygt 3-0 við settúrslitunum 25-19, 25-16 og 25-15.

 

Mjølnir byrjaðu dystin betur og hildu leingi einari leiðslu í fyrsta settinum, men við støðuna 12-11 var tað á fyrsta sinni SÍ, sum legði seg á odda, og hiðani hugdu teir ongantíð aftur um bak og vunnu fyrsta sett 25-19.

 

Serliga var tað móttøkan hjá Mjølni, sum sveik og ikki fekk sett gongd í álopsspælið. Frá byrjan í øðrum setti var tað eisini SÍ, sum hevði munin, og hinvent Mjølni í fyrsta setti, megnaðu teir at halda fast í leiðsluni. Nicola Kapric royndist væl og avgjørdi nógvar bóltar. Leiðslan bara vaks og vann SÍ annað sett 25-16.

 

Í triðja setti var enn einaferð talan um eina javna byrjan, har liðini fylgdust til 9-9. Tá fór Mjølnir í tómgongd - einki riggaði, SÍ vann átta bóltar á rað og við 17-9-leiðslu kundu teir valla kasta settið fyri borð. Tað gjørdu teir eiheldur, og við 25-15 í triðja setti gjørdi SÍ veruliga bart í einari finalu, har Mjølnir í ov stóran mun kom at renna aftaná, mistu takið og máttu lúta greitt fyri SÍ, sum harvið er steypavinnari 2012.