Greiður sigur í Vági

VB-Stjørnan 20-28 (9-13)

Stjørnan staðfesti við sigrinum, at tær heilt avgjørt eru liðið, sum hini skulu sammeta seg við, um tey skulu spæla við í oddinum.

Stjørnan vann sær longu tíðliga í dystinum ein fyrimun, og hesin varð ongan tíð sleptur tað allarminsta.

Sum seinni hálvleikur leið, gjørdist talan um veruligan stórsigur, og fyri heimaliðið mundi tað mest av øllum vera ein lætti, tá styrkisuppvísingin frá Stjørnuni var av.

Besti málskjútti hjá VB var Daiva Toumaite við 7 málum. Fyri Stjørnuna skoraði Duirta Christophersen 9 mál.