Greiður sigur til Stjørnuna

Klaksvíkskvinnur fingu enn ein sigur á kontoina, tá ið VÍF sunnudagin var á vitjan í KÍ-høllini. Úrslitið var ein greiður 31-15 sigur til heimaliðið, men av tí at VB vann ein næstan líka stóran sigur í Vestmanna dagin fyri, munaði stórsigurin hjá Stjørnuni lítið í stríðnum í at fáa málmunin hjá VB aftur.
Bestu málskjúttar hjá Stjørnuni vóru Annika Ljósstein og Joan M. Djordjevic, meðan Ioana Rapa sum vant var besti málskjútti hjá VÍF.
Vit hava tíverri ikki fingið nakran dómaraseðil úr Klaksvík, so vit fáa ikki gjørt nakað hagtalsyvirlit frá dystinum.