Greiður sigur til Brasil

Kili megnaði ongantíð at hótta Brasil, sum hevur funnið HM formin. Brasilia kom á odda tá ein góður hálvur tími var spældur. Tað var eftir horna, at miðverjin, Juan, var hægstur og stútaði bóltin í mál. Bara fýra minuttir seinni økti Luis Fabiano og eftir hetta málið var Kili ongantíð nær við at koma í fjórðingsfinaluna.

 

Í seinna hálvleiki økti Robinho til endaliga úrslitið 3-0. Brasil kundi enntá havt skorað eitt mál ella tvey aftrat, meðan Kili bara í glimtum vístu gott spæl.

 

Brasil skal í fjórðingsfinaluni møta Hollandi og tey hava spælt onkrar minniligar dystir í HM endaspølum. Eitt nú í 1994 og í 1998. Í báðum førum vann Brasilia.

 

Brasil ? Kili(2-0) 3-0

1-0 Juan (34)

2-0 Luis Fabiano (38)

3-0 Robinho (59)