TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 hevði við Frank Askildsen hjá Neistanum aftaná 26-19 sigurin hjá neistamonnum ímóti Team Klaksvík norðuri í Klaksvík í dag.
Frank Askildsen heldur, at talan var um ein tryggan sigur til Neistan, men hann staðfestir, at teir hjá Team Klaksvík stríddust væl, og góvu einki.
Prátið umrøddi eisini skiftið hjá Frank Askildsen úr Kyndli til Neistan. Frank Askildsen heldur, at tað hevur gingið eitt sindur misjavnt á nýggja liðnum hjá sær, men hann er vísur í, at tað fer at hilnast betur framyvir.