Hondbóltur
Mikukvøldið leiktu kvinnuliðini hjá VÍF og Neistanum. Í mun til mansdystin millum somu feløg, so var ikki nakar serligur spenningur í hesum dystinum.
VÍF hevur eftir fleiri góð nú sett sær fyri at byggja eitt mest sum nýtt lið upp, og tað sæst eisini aftur í úrslitunum, sum ikki hava borgað fyri nøkrum heiðursmerkjum í ár.
Hjá Neistanum tykist støðan hinvegin vera tann, at tær í ár vilja hava heiðursmerki burtur úr árinum, og mikukvøldið var so eingin slingur í valsinum.
Longu tíðliga í dystinum byrjaði Neistin at toga frá. Kanska ikki so ógvusliga, men í einum longum og seigum trekki fóru tær alsamt longur frá mótstøðuni. Serliga eftir steðgin fór at dragna, og tá saman um kom, so kundi neyvan nakar í høllini seta ein fingur á sigurin, sum altso tók Neistan upp á næst ovasta sessin í deildini.
Fakta um dystin
VÍF-Neistin 22-34 (12-16)
Málskjúttar
VÍF: Ioana Rápa 11(4), Kirstin Helgadóttir 2(1), Linda Johannesen 2, Sára Jógvansdóttir 2, Manuela Stan 1, Eyðritt Andreasen 1, Alis Høghamar 1, Tórunn Jónolvsdóttir 1
Neistin: Simona Petersen 11(5), Marjun Tróndarson 5(2), Ása Dam á Neystabø 5(1), Lív Sørensen 4, Annika Thomsen 4, Kára á Dunga 3, Unn Kragesteen 2
Brotskøst: VÍF 7, Neistin 10
Útvísingar: VÍF 2, Neistin 1
Dómarar: Eyðun Samuelsen & Andreas F. Hansen









