NSÍ mátti seinna dystinum ímóti Differdang eisini lúta 3-0, meðan Víkingur tapti 4-0 á útivølli ímóti Gomel.
Bæði NSÍ og Víking høvdu tapt fyrru dystirnar. NSÍ tapti 3-0 í Luksemborg, og Víkingur tapti heili 6-0 á heimavølli.
Í Gundadali megnaði NSÍ ikki at svara aftur eftir tapið í fyrra dystinum. Útiliðið var sterkari og naskari og skoraði trý mál.
Víkingur helt í ein hálvleik í Hvítarusslandi, men í seinna hálvleiki skoraði Gomel fýra mál, og Vìkingur tapti tí samanlagt 10-0.
Einki av teimum fýra føroysku feløgunum í Europa Cup í ár komu víðari.