Greið tala í kringvarpsmáli

Oddagrein:

Tað kann uttan víðari staðfestast, at tingmenn so væl sum landsstýriskvinna í gjár vóru klármælt í málinum um bygnaðin í kringvarpinum og handilslýsingarnar í umrøðu á løgtingi. Í spurninginum um eina ella tvær tíðindaredaktiónir var støðan púra greið. Lógarinnar bókstavur so væl sum lógarinnar andi siga greitt, at tað skulu vera tvær óheftar tíðindaredaktiónir við hvør sínari leiðslu í KvF. Nakrir av teimum, sum í síni tíð stóðu aftan fyri søguligu miðlasemjuna, kundu greitt grundgeva fyri støðuni. Skipanin var ætlað at byrgja fyri einum veruligum tíðindamonopoli í eini tíð við liberalisering av loftmiðlaøkinum. Tingmenn gjørdu greitt, at nú má leiðslan, t.v.s. stýri og stjórar, halda seg til lógina.

 

Víst var í hesum høpi til ta frælsu og óheftu støðu sum KvF hevur í mun til politiska valdið. Nevnt varð, at landsstýrið hevur ongar møguleikar at noyða KvF at halda seg til kringvarpslógina, tí stovnurin er óheftur av politisku myndugleikunum. Her má eitthvørt vera misskilt. Skipanin við einum stýri fyri KvF er ætlað at tryggja ein politiskt óheftan og frælsan tíðindaflutning. Skipanin merkir sjálvsagt ikki, at leiðslan í KvF frítt sjálv kann gera av, hvørt hon vil halda lógina ella ikki. Henda tulking er púra burtur við. KvF stendur ikki yvir lógini, og stovnurin og leiðslan skulu sjálvsagt eins og øll onnur halda landsins lógir. Vit hava aðrar stovnar, ið eru politiskt óheftir, eitt nú Landsgrannskoðarin og Løgtingsins Umboðsmaður, men hetta merkir ikki, at hesir stovnar eru yvir lóg og løgtingi!

 

Sum kunnugt hevur Løgtingið eisini í samband við nýggju kringvarpslógina gjørt av, at handilslýsingarnar skulu burtur úr kringvarpinum í seinasta lagi í mai 2011. Tórbjørn Jacobsen, sum átti spurningarnar, vildi eisini vita, hvussu geskt við hesum máli, men landsstýriskvinnan ynskti spurningin skrivligan, og hann varð tí ikki svaraður í gjár. Hinvegin er alkunnugt, at kringvarpsleiðslan er í ferð við at økja um hendan partin av virkseminum og gongur tí eisni í hesum máli móti Løgtingsins vilja.

 

Sostatt kann eftir tingviðgerðina í gjár staðfestast, at leiðslan fyri KvF ikki hevur víst minsta tekin til at vilja rætta inn og skipa stovnin sambært lógarinnar stavi og anda. Hetta er, sum tingmenn tóku til, ein ómetalig arrogansa, sum kann koma stovninum aftur um brekkur. Vit skulu her endurtaka, at vit ynskja ein sterkan almennan public service stovn, sum røkir sínar skyldur sum mentanar- og tíðindamiðil og nýtir orku sína til hesi endamál heldur enn við skattgjaldarans pengum at kappast við privatu miðlarnar um ein lýsingarmarknað, sum er okkara einasta álit og sum samstundis er avmarkaður. Boðskapurin úr tinginum í gjár er ikki at misskilja og vil leiðslan stovninum væl, so tekur hon nú betri partar fyri og skipar og rekur stovnin, sambært løgtingsins greiða vilja.