Greið tala frá Helle Thorning-Smith

Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður
---

Forkvinnan í danska Javnaðarflokkinum, Helle Thorning-Smith, hevur verið og vitjað føroyska bróðurflokkin í vikuskiftinum. Fríggjakvøldið var hon gestur í Degi og Viku, og ikki óvæntað, varð hon spurd um ríkisrættarligu viðurskiftini.
Helle Thorning stendur fremst í røðini at yvirtaka forsætisráðharrasessin, um vinstravongurin í Danmark vinnur komandi fólkatingsval. Tí var spurningurin áhugaverdur, og svarið var eisini greitt.
Hon staðfesti at

• føroyingar ráða sjálvir fyri, hvar Føroyar skulu vera í mun til ríkisfelagsskapin.
• føroyingum stendur frítt at definera egin persónlig rættindi í eini stjórnarskipanarlóg.
• skulu Føroyar vera partur av ríkisfelagsskapinum, so mugu vit hava reinar rætningslinjur og fylgja spælireglunum, sum eru galdandi fyri henda felagsskapin.

Hetta er greið tala. Avgerðarrætturin liggur í Føroyum, og tað ber væl til at hava eina føroyska stjórnarskipanarlóg, og kortini vera partur av ríkisfelagsskapinum, men tað setir ávís krøv til innihaldið í lógini.

Einki er liðugt, fyrr enn alt er liðugt
Stjórnarskipanaruppskotið hevur fingið harðar atfinningar, fyri ikki at vera í samsvari við galdandi reglur, men uppskotið er ikki liðugt viðgjørt, og liggur í løtuni í eini víðkaðari rættarnevnd. Um so er, at ósamsvar er ímillum uppskotið og tann veruleikan, sum vit liva í, so hevur nevndin framvegis møguleika at lurta eftir atfinningunum, og gera broytingar.
Stjórnarskipanarlógin hevur ikki til endamáls at broyta ta ríkisrættarligu støðuna, men hon skal millum annað staðfesta (sum Helle Thorning-Schmidt eisini segði), at Føroya fólk má velja sína egnu kós, tí avgerðarrætturin liggur í Føroyum.

Demokrati
Stjórnarskipanaruppskotið sigur, at alt vald í Føroyum er hjá Føroya fólki, men hetta merkir ikki, at føroyingar eru leysir av donsku grundlógini. Hetta merkir harafturímóti, at Føroya fólk avger, um vit vilja vera partur av danska ríkinum, og harvið undir grundlógini, ella ikki. Hetta er tað, sum vanliga verður kallað demokrati.
Um føroyingar ikki skulu avgera henda spurningin, hvør skal so gera tað? Fríggjakvøldið fingu vit enn einaferð staðfest, at danskir politikarar vilja ikki hava henda avgerðarrættin.