Nýklaktu føroyameistararnir úr SÍ fáa sunnudagin vitjan av ÍF í Sørvági, og um ikki sørvingar eru raktir av gull-timburmonnum, so er eingin ivi um, hvussu tann dysturin fer at ganga.
Skulu halda fast í silvurinum
Sørvingar hava verið einaráðandi í mansflogbóltinum í ár, og tað sigur ikki so lítið, at teir longu farna vikuskiftið tryggjaðu sær meistaraheitið og harvið greipuna í ár.
Fuglfirðingar hava í nógv ár havt eitt sera sterkt lið, sum bæði hevur vunnið meistaraheitið og steypakappingina, men í ár er liðið nakað skert, og tí hevur ÍF ikki verið við heilt har frammi í meistaradeildini hjá monnum.Tað menninir hjá Fram heldur ikki. Menninir hjá Fram skulu í dag royna seg á útivølli móti Mjølnir í Klaksvík, og tað er óivað ein trupul uppgáva hjá havnarliðnum. Mjølnir endurvann seinasta vikuskifti silvurplássið frá Fleyr, og tað ætla teir sær óivað at halda fast um við at vinna á Fram