Jenis av Rana er ovurfegin um úrslitið í nýggju veljarakanningini, sum gevur Miðflokkinum, Javnaðarflokkinum, Tjóðveldi og Framsókn framgongd.
- Hetta eru greið boð frá fólkinum , at tey siga kortanei til tann aggressiva og hjartaleysa politikkin hjá pørtum av samgonguni. Fólkflokkurin og teirra stuðulsflokkur Sjálvstýrisflokkurin hava staðið á odda fyri politikkinum, og tað eru eisini teir, sum missa mest, sigur Jenis av Rana.
- Eg eri eisini fegin um, at fólk taka undir við okkara flokki og sjónarmiðum. Vit hava verið partur av samgonguni fyri at royna at ávirka hana rætta vegin, men vit hava samstundis gjørt púra greitt, at vit taka als ikki undir við tí hjartaleysa politikkinum, sum samgongan eisini hevur staðið fyri, sigur hann.
- Nú vóni eg, at menn og kvinnur í samgonguni síggja greiða signalið frá fólkinum og broyta politikkin.
Er hetta ikki bara eitt úrslit av einum snildum politiskum trekki hjá tær, har tú hevur roynt at lagt sjógv millum Miðflokkin og samgonguna, hóast tit eru partur av samgonguni?
- Hondina á hjartað, nei! Partar av politikkinum hjá samgonguni hava verið stikk ímóti øllum tí, sum eg gangi inn fyri, og tí havi eg sagt mín erligu hugsan. Tað hevði verið nógv lættari bara at farið við streyminum, men tað havi eg ikki viljað gjørt.