Greiðasti uppflytarin í 28 ár

Ikki síðani GÍ í 1979 trumlaði gjøgnum 2. deild við fullum stigatali, hevur ein uppflytari verið somikið sannførandi, sum B68 er tað í ár

Fótbóltur

 

Enn kann uppflytingin hjá B68 kiksa, men við fimtan stigum niður til bronsuplássið, sum ikki ber uppflyting við sær, kann billettin til Formula-deildina helst útskrivast longu nú.

Tí veruleikin er, at tað helst ikki er nakað lið, sum av álvara kann hótta toftamenn. Snøgt sagt, so er kvaliteturin á liðnum sterkari, enn hann er hjá nøkrum av hinum liðunum. Og við teimum drúgvu royndum, sum fleiri av spælarunum hjá B68 hava, so er tað heldur ikki eitt lið, sum uttan víðari verður sent av kós.

Einasti trupulleikin, sum B68 møguliga kann fáa, tykist vera undirmetan av mótstøðuni. Og tað var kanska hetta, sum var um reppið at kosta teimum sigurin móti NSÍ leygardagin.

Tað byrjaði annars eftir vil, tá B68 eftir smáum 10 minuttum hevði lagt seg á odda, men so fullu teir av álvara á koddan. Og eftir einum korteri høvdu teir næst bestu hjá grannunum brádliga javnað. Í báðum førum eftir mistak í B68-verjuni.

Toftamenn raknaðu tó aftur við, tá teir fyri steðgin skutu seg upp á 4-2, men spenninginunm sluppu teir ikki heilt undan. Runavíkingarnir minkaðu enn einaferð, men tað eydnaðist teimum tó ikki at skora málið, sum kundi givið teimum eitt óvæntað stig.

Spurningurin um næst ovasta sessin í deildini gjørdist meira opin, tá TB vann sín dyst móti FS Vágum. Og tá ÍF samstundis vann ætlaða sigurin á KÍ tódnaði munurin teirra millum niður í tvey stig.

Í botninum tykis B36 púrasta avbyrgt. Hesa ferð máttu teir lúta við heili 7-1 móti LÍF, og skulu teir hava nakran møguleika at lívbjarga sær, skal gongd fáast á stigasavnanina heilt skjótt. Seinasti dysturin í 17. umfari var millum SÍ og HB, men hesin er útsettur til 14. august.