Greiðari reglugerðir

Málið um fyrrverandi B71-leikaran, Magnus Olsen, skuggaði yvir Formuladeildina við byrjanina av kappingarárinum. Hann vildi sleppa at leika við B36, men drúgt stríð stakk seg upp ímillum feløgini bæði og FSF. Okkurt bendi á, at reglugerðin fyri sokallaðar áhugaleikarar ikki var nóg greið, og hetta skal nú betrast.

- Arbeiðið er í gongd. Starvsnevndin er farin undir at dagføra áhugaleikarareglugerðina, og hon má vera liðug 27. november, tá ið flytingarvindeygað hjá leikarunum aftur letur upp, sigur Sveinur Tróndarson.

Hetta verður tó ikki nakað lætt arbeiði, har FSF sjálvt kann seta reglugerðina.

- Vit mugu eisini taka atlit til UEFA og FIFA, og fáa arbeitt teirra reglugerðir inn í okkara reglugerðir. Tær mugu samsvara, staðfestir Sveinur.