Eitt av trætumálunum, sum sá dagsins ljós móti kappingarenda, var viðvíkjandi kappingin í aðru deild, har B71 tók liðið úr kappingini.
Her valdi Kappingarnevndin, at dystirnir móti B71 ikki skuldu strikast, og tað skapti ónøgd hjá AB, ið var tað einasta av oddaliðunum, sum hevði mist stig móti sandoyingunum.
Nú er ætlanin, at grein 12 í kappingarreglunum skal strammast upp, soleiðis at tað er púrasta greitt, hvørjar avleiðingar tað fær fyri kappingina, um felag velur at taka liðið út. Nakað sum tað fyrr hevur verið upp til Kappingarnevndina at taka støðu til í hvørjum einstøkum føri.
Bæði tá felag sjálvboðið tekur lið úr kappingini, og tá lið verður koyrt úr kappingini, tí uppmøtingin til dystir ikki hevur verið nógv góð, verður avleiðingarnar nú settar eftir, hvussu væl kappingin er komin ávegis.
Er helvtin ella minni enn helvtin av kappingini spæld, skulu allir dystir hjá avvarandi felag strikast, meðan stig og mál hinvegin standa eftir, um farið er um helvtina av kappingini, tá lið verður tikið ella koyrt út. Í seinna førinum verður hartil galdandi, at allir eftirfylgjandi dystir hjá liðnum verða taptir 3-0.










