Greiðari ábyrgd í grind

Grindareglugerðin eigur at verða greiðari, so at tað er púra greitt, hvussu ábyrgdarbýtið er ímillum sýslumenn, grindaformenn og grindamenn.
Tað heldur Ólavur Sjúrðaberg, formaður í Grindamannafelagnum.
Hann nevnir ikki nakað ávíst dømi, men hann sigur, at viðhvørt eru viðurskiftini ikki nóg greið og tað kann elva til órógv.
- Tað eigur at verða so, at kommandolinjan er púra greið, so at allir vita, hvør hevur ovasta myndugleika og, hvønn myndugleika, sýslumenn hava og, hvønn myndugleika, grindaformenn hava – og skulu allir grindamenn akta boðini ,teir fáa.
Somuleiðis heldur hann, at tað er ein spurningur um tað ikki eisini átti at verðið ásett í grindareglugerðina, hvør WHF-rás skal brúkast í samband við grind, so allir grindamenn hava eina ávísa WHF rás at lurta eftir fyri at tryggja, at allir fáa boðini, givin vera.

Fín hugskot
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sum eisini umsitur grindareglugerðina, tekur fult undir við, at grindamenn skulu vera góðkendir, soleiðis sum formaðurin í Grindamannafelagnum skjýtur upp.
- Vit skulu sjálvandi ikki gloyma at vit búgva í Føroyum og tískil skal eisini mark verða fyri, hvussu akademiskt, vit skulu gera grindadráp, sigur Jacob Vestergaard.
Hinvegin staðfestir hann eisini, at hann er opin fyri øllum góðum hugskotum.
Og hugskotið um góðkendar grindamenn, heldur hann, er fínt.
- Eg dugi væl at ímynda mær, at royndir grindamenn fáa til uppgávu at læra ungdómin at drepa grind, sigur hann.
Hann tekur eisini undir við tankanum um at mønustingarar skulu góðkennast, so at bara grindamenn bara sleppa í grind við mønustingarum, sum eru gjørdir eftir ávísari tekning, ið veitir trygd fyri, at teir kunnu brúkast til endamálið og avlíva hvalin bæði skjótt og brátt.
- Grindahvalur er eitt stórt dýr og tað er neyðugt, at farið verður fram við skili, leggur landsstýrismaðurin afturat.
Hann sigur, at nú ætlanin er at broyta grindareglugerðina, skal málið til hoyringar og tað er væl hugsandi, at hesar broytingarnar eisini vera við í broytingunum.
Hinvegin dugir hann ikki at síggja, at ivi kann vera um ábyrgdarbýtið í sambandi við grindarakstur og grindadráp, soleiðis sum formaðurin í Grindamannafelagnum sigur.
- Tað ábyrgdarbýtið er púra greitt. Gongur tað galið, er tað ikki reglugerðini, tað bagir nakað, men fólkunum, sum skulu virka eftir henni og tað kann ongin reglugerð byrgja upp fyri, sigur landsstýrismaðurin.

Krókur og ongul
Tá ið tosað verður um grind, verður mangan tosað um grindakrók og sóknarongul, hvørt um annað.
Men hetta er sami reiðskapur.
Tey flestu kalla tað sóknarongul, men í Suðuroy verður ikki annað heitið brúkt enn grindakrókur.
Men okkum vitandi hevur ongin enn kallað nýggja blásturkrókin fyri blásturongul, tí hann tykist at eita blásturkrókur, hvar í landinum tað so er …
LES EISINI GREININA: Grindamenn skulu hava góðkenning.