Útróðrarmenninir upplivdu óvæntaðar broytingar í teirra vinnuvirksemi, tá ið Fiskimálaráðið boðaði frá broytingum í treytunum hjá teimum, sum fáast við vinnuligan útróður. Broytingin fevndi om fortreytirnar at fáa fiskiloyvi til bólk 5 A, har Fiskimálaráðið hevur ásett reglur fyri fiskiskapin. Hesar reglur eru grundaðar á inntøkuna hjá útróðrarmonnunum í 2010.
Óvæntaðar broytingar
Fyri ein stóran part av hesum útróðarmonnum, merkja broytingarnar verri treytir at virka undir í 2011, uttan at teir frammanundan høvdu ánilsi av, hvat grundarlagið undir loyvum gjørdist fyri teirra virksemi.
Hetta er ikki nóg skilagóður máti at leggja fiskiskapin undir Føroyum til rættis. Neyðugt er við reformum í fiskivinnuni, men tað ber ikki til at broyta treytirnar hjá útróðarmonnunum, uttan at teir frammanundan fáa møguleika at innrætta seg eftir broyttu reglunum.
Verði eg vald, vil eg arbeiða fyri at skapa greiðar karmar fyri fiskivinnuna, eisini fyri útróðarmenn.