Greiðar linjur millum alment og privat

Tjóðveldisflokkurin vil hava greiðar linjur millum alment og privat: Tær almennu tænasturnar skulu vit øll í felag gjalda til, so tær virka optimalt fyri øll.

Meðan privat og vinnuligt virksemi skal virka á jøvnum kappingartreytum og kasta av sær til samfelagið ? uttan at váðin og eykarokningarnar verða løgd á vanliga føroyingin.

Orðaskiftið um einskiljingar (privatiseringar) hevur lyndi til at enda í hugsjónarligum barnagarðstosi, sum hoyrir eini farnari tíð til.
Alt verður vavt saman í ein vavgreyt. Uppskot eru um at ?privatisera? Postverkið, Strandferðsluna, Landsverkfrøðingin, Landsjørðina og aðrar lívsneyðugar partar av einum nútímans føroyskum samfelagi.
Men hetta hevur onki við privatiseringar at gera. Heldur tykist ætlanin at vera, at almennar tænastur verða sundurpettaðar til nøkur privat virki, sum síðani fáa eina játtan á fíggjarlógini. Enn hevur ongin víst á nakra meining við hesum ? hvørki at tað verður betri, bíligari ella tryggari.

Almennar tænastur neyðugar fyri vinnulív
Hinvegin er tað týdningarmikið at vit seta greiðar linjur millum alment og privat, um vit skulu hava eitt trygt og sjálvberandi vælferðarsamfelag.
Teir flokkar, ið vilja seta alment virksemi og privat vinnuvirksemi upp ímóti hvørjum øðrum, byggja á eina heimsmynd frá tíðini, tá Berlinmúrurin enn stóð.
Høvuðstáttur í vinnupolitikki Tjóðveldisfloksins er at skapa greiðar linjur millum almennar og privatar uppgávur. Uttan ein vælvirkandi almennan sektor við skúlum, mentanarstovnum, vegum, postverki, teleneti, posti, sjúkrarøkt, pensiónstrygd, umhvørviskrøvum, so ber onki vinnulív til. Og uttan eitt sterkt og sjálvberandi vinnulív, er onki avkast til at fíggja eina vælferð fyri øll. So einfalt er tað.

Úr heimastýriskreppuni
Tær sjálvstøðugu Føroyar skulu burtur úr skipanum við politiskari stýring av vinnuni, har studningur og fyrimunir verða latnir einstøkum vinnum og fyritøkum, ið skulu bera øllum samfelagsbúskapinum. Hetta leggur eisini allan váðan á skattgjaldaran, men hann fær ikki vinningin. Gongur væl, so tjenar privata vinnan pengar. Men gongur illa, stendur skattgjaldarin eftir við rokningini.
Hetta kenna vit alt til í Føroyum og tað má ongantíð henda aftur.

Almennu uppgávurnar
Tí er okkara boðskapur. Lat okkum brúka almennu orkuna til:
?Dagsstovnar, eldararøkt, sjúkrahús, tilboð til brekað
?Útbúgving fyri øll, mentanarstovnar og gransking
?Eitt nútímans veganet, posttænastu, telekervi
?Umhvørviskrøv, trygdarkrøv og heilsukrøv
?Eitt einfalt og trygt lógarverk við fullgóðari umsiting og rættartrygd
?Og at fáa eina rættvísa skattaskipan og javnar treytir til tey, ið vilja reka vinnu og troyta alment tilfeingi

Uttan hetta, so fær tann dugnaliga føroyska vinnan stórar trupulleikar frameftir, og vit fáa ikki grundarlagið fyri veruligari vælferð.

At fáa endurgjald og spjaða váða
Og lat okkum so tosa um, hvussu vit fáa eitt betri býti millum alment og privat eftir heimastýriskreppurnar, har vanligi føroyingurin og túsundtals familjur hava goldið við kenslum, persónligum missi og skattatrýsti.
Føroya Banki, Føroya Fiskavirking og Framtaksgrunnurin eru úrslit av politisku kreppuloysnunum, tá Føroyar vórðu settar undir umsiting. Skattgjaldarin og serliga tey, ið vóru harðast rakt av kreppuni, hava rindað prísin fyri loysnirnar.
Tjóðveldisflokkurin virkar fyri, at fiskiídnaðurin fer aftur undir privat vinnuvirksemi ? so tað almenna ikki ber allan váðan, um niðurgangstíðir koma. Men ein treyt má vera, at tann vitan og tann førleiki, ið eru uppbygd í framleiðslu, marknaðarføring og marknaðaratgongd, ikki verða syndrað og fara av landinum.

Føroya Banki ? eitt aktiv
Føroya Banki er í dag eitt týdningarmikið virði hjá landinum og fólksins ogn. Vit eiga at passa okkum løgir, soleiðis at skattgjaldarin fær pengarnar aftur fyri bankabjargingarnar við rentu av rentu.
Treytirnar fyri at fara undir hetta eiga at verða:
?At ikki verður selt burtur av hesum ognum uttan so, at landskassin fær stóran vinning og fult endurgjald fyri bjargingarnar.
?At vinnubygnaðurin í Føroyum ikki órógvast
?At ræðisrætturin ikki endar á fáum hondum
?At peningurin verður settur í Búskapargrunn Føroya, har hann kann nýtast til at niðurgjalda skuld, tryggja landskassan og veita sosiala trygd fyri allar føroyingar

Útbjóðingar av almennum tænastum
Útbjóðingar av almennum tænastum eru vorðnar vanligar í øllum Norðurlondum við skiftandi úrsliti. Tjóðveldisflokkurin leggur dent á, at heilsu-, almanna, skúlamál og mentanarstovnar eru ein almenn uppgáva, sum skal tryggjast javnbjóðis til allar føroyingar.
Uppgávurnar og tænasturnar á samferðslu- og samskiftisøkinum eru somuleiðis almenn ábyrgd, har javnbjóðis tænasta til allar borgarar skal tryggjast. Hesar eru fyrst og fremst: Tekniska útbyggingin (Landsverkfrøðingsstovnur), Telesamskiftisnet (útbygging av telekervinum til alt landið), Posttænasta, Flutningur av fólki og farmi.
Vit skulu menna hesar uppgávur hjá stovnum, sum við lóg hava skyldu at tryggja tjóðini, at teknisk vitan, royndir og tænasta verður bygd upp, og at vit í felag gjalda kostnaðin.
Tó kunnu hesir stovnar lata privatar vinnufyritøkur útinna uppgávur við útbjóðing á javnbjóðis kappingartreytum, treytað av, at stovnarnir hava ábyrgdina mótvegis myndugleikunum fyri, at tænastan verður framd nøktandi fyri øll.