Innlendismálaráðið staðfestir púrasta greitt, at tað ikki eru stórvegis valmøguleikar, tá tosað verður um setanarviðurskiftir hjá borgarstjórum í smærru kommunum.
Hilmar Høgenni, deildarleiðari, sigur, at kommulógin er púrasta greið á økinum.
Miðalstóru kommunurnar kunnu sjálvar gera av, hvørt borgarstjóran verður settur í hálvt ella heilt starv. Er talan um heilt starv, so áliggur tó eisini tann treyt, at borgarstjóran sigur øll onnur størv frá sær. Tó er eitt undantak í hesum, um talan er um fólkavalt starv.
Hartil inniheldur lógarteksturin eisini ásetingar um, at borgarstjórin ikki skal hava fundarpening, og tí kann tann kontan heldur ikki nýtast til at fremja nakrar reguleringar.
Einastu komunurnar, sum sjálvar kunnu áseta setanarbrotpartin hjá borgarstjóranum, eru tær, sum hava færri enn 500 íbúgvar. Men hetta er tó ásett, tí tær gjarna bara hava tørv á nøkrum fáum løntum tímum um vikuna.