Greiða uppgávuna væl

Venjarin hjá B36, Heðin Askham, var væl nøgdur við avrikið hjá leikarum sínum eftir dystin.

- Vit greiða uppgávuna væl. Vit byrja varliga og koma betur við í dystin. Vit blíva spælstýrandi, og fáa tvey mál, segði Heðin Askham, sum ikki kallar seinna hálvleik so áhugaverdan, við tað at leiðslan skuldi verjast.

Hann var fegin um at hava Jákup á Borg aftur í hópinum.

- Jákup hevur gjørt tað gott í vikuni, og hann vísti í dag, at hann er væl fyri, segði venjarin eftir dystin.

Komandi sunnudag spælir B36 á Toftum ímóti B68, og Heðin er ikki nógv fyri at kalla teir favorittar á nakran hátt.

- Ein nýggjur dystur, og ein nýggj støða. Toftamenn eru sterkir, og vit skulu upp í ferð fyri at gera tað gott, segði Heðin Askham at enda.