Í kvøld klokkan klokkan 19.30 verður skipað fyri eini framløga í Miðlahúsinum um Marlborough Family Center og teirra arbeiðshátt.
Tað eru nýútbúnir pedagogar frá Fróðskaparsetri Føroya, Føroya Læraraskúla, sum í sambandi við lestur á sernámsfrøðiligu linju vóru á námsferð í Danmark fyrr í vár, fara at greiða frá. Øll eru vælkomin.
A og U grunnurin hjá Føroya Pedagogfelag skipar fyri tiltakinum.