Greiða frá barnafestivali í nýggjum sangi

Fyrireikingarnar til Barnafestivalin, sum verður 6. juli í Grasagarði í Havn, eru av álvara í gongd nú. Endamálið við barnafestivalinum er, sambært fyrireikarunum, at varpa ljós á barnamentan og at geva børnunum ein pall, undirvísing og stuðul til at menna teirra kreativu eginleikar.

 

Og at talan er um nøkur kreativ fólk, ið fyrireika barnafestivalin, sæst millum annað aftur í, at ein sangur nú er gjørdur, sum skal upplýsa um tiltakið. Barnafestivalsangurin rópast hann og er tað Petur Háberg, sum saman við børnum á Margarinfabrikkini, ið hevur gjørt sangin. Petur, sum sjálvur starvast á Margarinfabrikkini, hevur smíðað lagið, meðan børnini hava gjørt tekstin. Tað er eisini Petur, sum syngur sjálvan sangin – væl stuðlaður av systrini Guðrun Háberg.

 

At børnini á Margarinfabrikkini hava gjørt ein sang um barnafestivalin, kemur valla óvæntað. Í gerandisdegnum har hava tey møguleika at fáa frálæru í tónleiki frá ymsum tónleikalærarum, sum starvast á Margarinfabrikkini. Úrslitið av hesum er millum annað tveir tónleikabólkar, umframt at fleiri hava luttikið sum einstaklingar í Talent-kappingini.

 

Haraftrat er vert at nevna, at tey ungu á Margarinfabrikkini eisini hava sítt egna kór, Young Notes, undir leiðslu av Søren Haugaard Pedersen.

 

6. juli verður pallurin í Grasagarði í Havn karmur um fyrstu framførsluna hjá fleiri av hesum børnunum og ungdómunum, sum nú venja dúgliga fram í móti stóra degnum, tá Barnafestivalurin byrjar.

 

20 starvsfólk, 20 foreldur og 40 sjálvbodnir ungdómar eru við at skipa fyri Barnafestivalinum, sum fyrstu ferð varð hildin í 2008.

 

Hoyr Barnafestivalsangin á leinkjuni niðanfyri.