Gregg Allman, kendur frá The Allman Brothers, er deyður, 69 ára gamal.
Tað var í 1969, at Gregg legði lunnar undir bólkin The Allman Brothers. Hetta gjørdi hann saman við bróðuri sínum Duane, ið var sera góður guitarleikari.
Í 2012 fekk Allman Brothers heiðurs Grammy fyri síni avrik.
Gregg Allman livdi eitt lív við keðiligum hendingum og misnýtslu av alkoholi og øðrum rúsevnum. Bróðurin doyði í ferðsluvanlukku á motorsúkklu í 1971, og bassleikarin í bólkinum, Berry Oakley, doyði á sama hátt árið eftir.
Trummuleikarin í bólkinum í mong ár, Butch Trucks, valdi í januar í ár at taka lív sítt við at skjóta seg frammanfyri konu síni.
Gregg Allman var eitt skifti giftur kendu sangkvinnuni Cher og fingu tey sonin Elijah.
Í 2012 gav Gregg Allman út sjálvævisøguna My Cross to Bear.
Á myndini sæst Gregg Allman á palli, og innsetta myndin er av Gregg og Cher og soninum Elijah.










