- Eg havi tosað við fleiri ymsar fjølmiðlar, so tað er nógv fokus kring mín persón nú. Teir spyrja nógv til Føroyar og hvat føroyskur fótbóltur er fyri nakað. Teir eru eisini ógvuliga áhugaðir í Brian Kerr, so hetta hava verið nakrir hektiskir dagar, men tað passar mær fínt, segði Atli Gregersen við Sosialin í gjár.
Tað eru stórir fjølmiðlar sum The Scotsman, BBC Sport, Daily Record og Sportinglife, sum hava tosað við Atla Gregersen. Og okkurt bendir á, at skotsku fjølmiðlarnir ikki fara tómhentir eftir at hava tosað við gøtumannin. Eitt nú sigur Atli Gregersen við The Scotsman, hvussu hann kjakaðist við Dejan Stankovic hjá Serbia undir einum landsdysti.
»What are you talking about mister fisherman?«, spurdi Stankovic Atla Gregersen og gav honum síðani boðini: »Go and fish some fish«. Sambært The Scotsman var Atli Gregersen tó skjótur at svara aftur: » Why don´t you go back and sit on the bench for Inter Milan?«